Earth Hour 2020 verður leygarkvøldið 28. mars ímillum kl. 20.30 og 21.30. Tað er løtan har vit varpa ljós á veðurlagsbroytingar, við at sløkkja streymin.
Orsakað av Koronavirussinum verður einki tiltak í Tinghúsgarðinum í Havn eins og undanfarin ár. Vit fara tó at flyta tiltakið yvir á sosialu miðlarnar, soleiðis at øll kunnu vera við.
Næstu dagarnar og líka til vit sløkkja fyri streyminum, kunnu tit fylgja við á Facebooksíðuni, har Jón Aldará, umboð fyri Tjóðsavnið, fer at siga okkum eitt sindur um ljósdálking og lívmargfeldi í Føroyum.
Eisini fer Býarbókasavnið at viðmæla bøkur um omanfyrinevndu evnir, og Hans Andrias fer at hugna um við góðum tónleiki, áðrenn forkvinnan í Náttúru- og Umhvørvisnevndini, Turið Horn, fer at siga nøkur orð og sløkkja ljósið.
Sendið ein tanka ella tveir til umhvørvið, og umhugsið, hvussu vit sjálvi kunnu gera ein mun.
Mentan
Earth Hour: Heita á fólk um at sløkkja fyri streyminum leygarkvøldið
Leygarkvøldið verður Earth Hour, tá ljós verður varpað á veðurlagsbroytingarnar við at sløkkja streymin í ein tíma
(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
2020-03-22 19:10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald