2019-06-05 23:01
- Tað kennist gott. Eg gleði meg at taka arbeiði á Fólkatingi uppaftur.
Soleiðis segði the grand old man hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, tá hann fyri løtu síðani trein inn í Kringvarpshúsið sum vinnari av fólkatingsvalinum.
Sambandsflokkurin fekk fyrstvalda mann við 7.249 atkvøðum, tað er 28,3 prosent. Og Edmund varð valdur við 1.885 persónligum atkvøðum.
Tað var annars hin fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, sum gjørdist toppskorari við 3.331 persónligum atkvøðum. Javnaðarflokkurin fekk 6.630 atkvøður – 25,5 prosent.
Valúrslitið sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald