- Eg brenni fyri sakini enn, og hóast eg eri komin eitt sindur til árs, so livi eg væl og haldi meg kunna gera eitt stórt arbeiði fyri flokkin og alt landið.
Edmund Joensen hevur verið fólkatingsumboð fyri Føroyar á trimum tingsetum. Fyrst frá 1994 til 1998 og síðani tvær fólkatingssetur frá 2007 til 2015. Og Edmund Joensen bjóðar seg fram til fólkatingsvalið, hóast hann hevur boðað frá, at hann ikki ætlar sær at stilla upp til løgtingsvalið. Hann heldur, at nokk av arbeiði er at gera á fólkatingi.
- Vit eru ein sambandsflokkur, so vit hava nokk at gera á fólkatingi. Tað eru fleiri mál, sum viðkoma Føroyum, sum liggja á fólkatingi. Tað snýr seg um at vera á varhaldi við teimum og annars tosa Føroya søk allastaðni, greiðir veteranurin hjá Sambandsflokkinum frá.
Sambandsflokkurin boðaði heldur óvæntað á tíðindafundinum í morgun frá, at hann fór at arbeiða fyri at dagførða uttanríkispolitisku heimildarlógina. Edmund Joensen sat á løgtingið, tá hon varð samtykt í 2005, og hann sigur at tingfólk tá vistu, at lógin einaferð mátti dagførðast.
- Vit vistu tá, at heimastýrislógin var sum ein harmonika. So hvørt sum Føroyar høvdu brúk fyri at víðka heimildirnar á einum øki, tosaðu vit okkum til rættis um tað, greiðir tingmaðurin frá.
- Men tá man gjørdi heimildarlógina, setti man ein juridiskan garð, sum man visti at vit einaferð fóru at renna okkum í. Nú eru røddir frammi um, at vit skulu hava meira ávirkan á økini, sum vit deila við Danmark og Grønland, og tí er tíðin komin at víðka hendan garðin, leggur Edmund Joensen at enda afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald