Innanlands

Edvard Heen: Eindarleiðarin varð ikki søgd úr starvi

Almannaverkið sigur seg hava fylgt mannagongdum og reglum í málinum um Hildur Hermansen, hóast hon í tveimum førum varð kallað til fundar og biðin um at fara heim uttan grundgevingar

(Mynd: Almannaverkið)

(Mynd: Almannaverkið)

2019-03-12 10:52 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Fyrrverandi eindarleiðarin var ikki søgd úr starvi. Málið endaði við eini fráfaringaravtalu, og tá er ikki vanligt við partshoyring.

Tað skrivar Edvard Heen í telduposti til Portalin. Hann sigur at almannaverkið ikki ger almennar viðmerkingar til málið, tí talan er um starvsfólkamál, men at tey vilja rætta nakrar faktuellar feilir. 

- Almannaverkið hevur fylgt mannagongdum og reglum, sum eru galdandi fyri slík starvsfólkamál. Harumframt hevur fyrrverandi eindarleiðarin í tilgongdini verið umboðað av einum advokati, sigur stjórin á Almannaverkinum. 

Les eisini: Almannaverkið ringt við at fylgja reglunum 

Hildur Hermansen skrivaði 14. februar undir avtalu við Eyðgunn Samuelsen. Avtalan hevði við sær, at Hildur fekk trý ára løn frá almannaverkinum. Hetta var endin á einum drúgvum starvsfólkamálið, har Hildur Hermansen, eindarleiðari á Eind 10, og Herman Mortensen, depilsstjóri, høvdu samstarvstrupulleikar. Í tveimum førum varð Hildur Hermansen kallað á fund við stuttari freist og biðin um at fara heim. Hon fekk ikki møguleika fyri hoyring ella skrivligar grundgevingar fyri uppsøgnini. Men Edvard Heen sigur nú, at partshoyring ikki neyðug, tá avtala at enda verður gjørd. 

Les eisini: Uppsagdur við løn í trý ár  

Tá Hildur Hermansen í øðrum lagi varð kallað til fundar við Hermanni Mortensen, fekk hon at vita, at skrivligu grundgevingarnar fyri, at hon ikki kundi vera leiðari á Eind 10 longur vóru sendar landsstýriskvinnuni, Eyðgunn Samuelsen, av Edvardi Heen dagin fyri. Hon fekk also ikki møguleika at gera viðmerkingar til málið um seg sjálvan, áðrenn landsstýriskvinnan fekk grundgevingarnar fyri, at hon mátti frá. 

Les eisini: Áhaldandi trupulleikar millum stjóran og leiðaran førdu til uppsøgn  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder