Tað er vidri málarin og listamaðurin í Klaksvík, Edward Fuglø, sum hevur gjørt sermerktu plakatina, ið er gjørd í sambandi við stóra tiltakið í Norðurlandahúsinum í februar mánaði, tá Týr og Føroya Symfoniorkestur ganga saman at haldda stóra symfoniska rokkkonsert.
Plakatin myndar drekastevnið á einum víkingaskipi, helst er tað Ormurin Langi, snekkjan frá kenda kvæðinum, sum var fyrsta heimshittið hjá víkingarokkbólkinum Týr.
Stjórin fyri symfoniorkestrið, Pól Jákup Thomsen, er sera errin av plakatini, og hann fær eisini nógv burtur úr verkinum.
Undan tíðindafundinum ígjár gav hann sína greining av listaverkinum.
- Hyggið her niðjast í vinstra horni. Har síggja tit ein svart-hvítan trýkant. Hatta er jú bakið á einum symfonikara í velafrakka ella ’kjole og hvidt’.
- Og upp úr hesum symfonikaranum vellir so málmurin. Ein ruðulleiki av málmi og litføgrum leidningum vellist upp, og fløkist við ljóðførum, bæði fornar lúðrar og elektriskar guittarar, sum sameinist í einum vøkrum drekastevni.
Týr limirnir Heri Joensen og Gunnar H. Thomsen sóðu plakatina fyri fyrstu ferð, vóru ovfarnir, men høvdu tó bert eina viðmerking.
- Hvat er hatta? spurdi Gunnar og peikaði á snútan á drekanum. Har var okkurt, ið líkist einum elektroniskum syntesizara.
Í speiska spurninginum lá eisini ein staðfesting av, at ljómborð ikki hoyra heima í týrska ljóðheiminum, sum einans er bygt á guittarljóð og ikki kunstig syntesisaraljóð.
Pól Jákup mátti bera í bøtuflaka.
- Jú eitt klaviatur mátti vera við fyri at geva drekanum tenn, segði symfoniorkseturstjórin.
Plakatin fæst til keyps í Norðurlandahúsinum.
Sí eisini myndirnar: Tungmálmur og symfoni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald