Niðurlendska farmaskipið, sum síðan mánadagin hevur rikist uttan manning út fyri Noregs strond, verður nú sleipað inn til Ålesund.
Í gjár boðaði norska bjargingartænastan frá, at tey, orsaka av veðrinum, fóru at bíða til í dag við at gera eina roynd at fáa eitt bjargingarlið umborð á ómannaða skipið og fáa tað fest í ein sleipibát.
Sum tað sæst á trackaranum, hevði niðurlendska farmaskipið beina kós móti landi ígjár (Mynd: MarineTraffic)
Men óttin fyri at skipið fór at reka á land fekk kortini bjargingartænastuna til at framskunda ætlanina. Seinnapartin í gjár eydnaðist tað at seta bjargingarfólk niður á skipið, og nú hava sleipibátar enda á skipinum bæði framman og aftan, skrivar NRK.
Togararnir Nordmand Drott og BB Ocean eru nú farnir undir at sleipa Eemslift Hendrika við trý míla ferð móti Ålesund. Verjuskipið KV Bergen fylgir skipunum.
Tann grøni báturin AQS Tor, ein hjálparbátur til alivinnuna, sum stóð á dekkinum á Eemslift Hendrika, men sum týsdagin koppaði fyri borð, er eisini bjargaður og er sleipaður inn í Florø, skrivar NRK. Mett verður, at tað var viðvirkandi til, at farmaskipið ikki koppaði, at tað misti hesa lutfalsliga tungu lastina oman av skipinum.
Eemslift Hendrika var stødd 60 fjórðingar vestan fyri Ålesund, tá hon sendi út neyðarkall mánadagin. Skipið hevði tá eina slagsíðu á 30 stig. Norska bjargingartænastan sendi bjargingartyrlur og skip fyri at hjálpa til. Manningin varð mánadagin bjargað av bátinum, og hevur síðan verið á einum hotelli í Giske kommunu, skrivar NRK.
Báturin AQS Tor, sum stóð á dekkinum á Eemslift Hendrika, varð í nátt sleipaður inn til Florø (Mynd: NRK)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald