- Tað var øðiliga serstakt. Tað var soleiðis, at forkvinnan í løgtingsvalnevndini ringdi til mín í gjárkvøldið. Hon presenteraði seg, og ynskti mær tillukku við at vera valdur tingmaður. Tað fyrsta eg segði var, "tú tvætlar". Tí eg hevði ikki trúð, at tað kundi henda. Men hon svarar so aftur við: - Hetta er ikki nakað, man tvætlar við.
Soleiðis segði Eirikur í Jákupsstovu, tá tjóðveldismaðurin var í rásarúminum hjá FM1 fyrr í dag.
Hetta sum tingmaður. Tað er greitt eftir dramatisku fínteljingina á Hotel Hafnia í gjár.
Les eisini: Eirikur í Jákupsstovu er tingmaður
Eiðismaðurin, sum leingi hevur búð í Klaksvík, stillaði fyri fyrstu ferð upp í 2022. Tá kom Eirikur í Jákupsstovu inn sum fyrsti varamaður (295 atkvøður), eftir at Tjóðveldi kom í samgongu - seinni gjørdist hann landsstýrismaður í øllum møguligum.
Hóskvøldið sá tað út til, at hann aftur skuldi gerast fyrsti varamaður fyri Tjóðveldi, ið ikki er partur av samgongusamráðingum. Eirikur í Jákupsstovu stóð aftur sum nummar sjey á listanum hjá Tjóðveldi - við trimum atkvøðum færri enn Jóhan Christiansen.
Men níggju atkvøður afturat sendu Eirik í Jákupsstovu upp á 6. pláss.
- Eg ringdi síðani til Jóhan, tí eg føli ordiliga nógv við honum...nú bleiv tað akkurat umvent frá tí hjá mær hóskvøldið: Tað var hart, og eg kann bara ímynda mær, at tað er verri hjá honum - eftir flotta valið hjá Johan og við at vera kunngjørdur sum tingmaður.
Vónin hjá Eiriki er enn - sjálvandi - at Tjóðveldi kemur í samgongu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald