Innanlands

Eftir fínteljing: Eirikur í Jákupsstovu er tingmaður

Hann fekk níggju atkvøður afturat, í mun til hvat úrslitið vísti á valkvøldinum. Harvið kemur Eirikur í Jákupsstovu á ting ístaðin fyri Jóhan Christiansen - tað kann Portalurin í kvøld staðfesta

Eirikur í Jákupsstovu hevur seinastu árini verið landsstýrismaður - hetta er fyrsti ferð, at hann er valdur á ting. Tað hendi undir heldur margháttiligum umstøðum (Mynd: Sverri Egholm)

Eirikur í Jákupsstovu hevur seinastu árini verið landsstýrismaður - hetta er fyrsti ferð, at hann er valdur á ting. Tað hendi undir heldur margháttiligum umstøðum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-30 21:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fínteljingin í dag hevur eina broyting við sær í tingmanningini hjá Tjóðveldi.

Í mun til upplýsta talið á valkvøldinum, fær Eirikur í Jákupsstovu níggju atkvøður atkvøður og endar harvið á 313.

Harvið yvirhálar hann Jóhan Christiansen, sum annars stóð sum sættvaldur á lista E

Hetta hevur Portalurin fingið váttað í kvøld.

Fínteljingin av løgtingsvalinum vísti annars, at leirvíkingurin fekk 309 atkvøður og ikki 307, men av tí at veruliga talið hjá Eiriki í Jákupsstovu var 313, so legst hann afturat tingmanningini hjá Tjóðveldi.

Talan var sum skilst um fleiri atkvøður, ið vóru bólkaðar skeivt - undir skeivum navni á Tjóðveldislistanum.

Jóhan Christiansen verður ístaðin fyrsta varafólk

Hetta er fyrstu ferð, at Eirikur í Jákupsstovu er valdur á løgting. Hann varð fyrsti varamaður eftir valið í 2022, og hevur í júst farna tingskeiðið verið landsstýrismaður í ymiskum aðalráðum.

Harvið sær tingmanningin hjá Tjóðveli nú soleiðis út: 
Bjørg Brynhildardóttir Egholm
Høgni Hoydal
Sirið Stenberg
Liljan Weihe 
Hervør Pálsdóttir
Eirikur í Jákupsstovu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder