Innanlands

Eggjarænarar avdúkaðir

Vóru farnir eftir havhestaeggum nærhendis Gásadal

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-05-19 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár varð løgreglan send út á eina uppgávu, sum tey ikki fáa vanliga.

Tað var ein festari í Gásadali, sum boðaði frá, at tveir mans vóru farnir upp í bergið í Gásadali at ræna havhestaegg.

Festarin sá sjálvur eggjarænararnar frá upsini har hann sjálvur var staddur. Menninir vóru farnir við báti undir bergið, og síðan upp í røkurnar at ræna.

Festarin vísti løgregluni á, at tað er hann, sum hevur rættindini til eggini í bjørgunum, og at ongin hevði biðið hann um loyvi at sleppa í bergið eftir eggum.

Løgreglan vísir á, at helst lá vantandi vitan um evnið aftan fyri hesa hendingina. Tað eydnaðist løgregluni at koma í samband við menninar og tosa við teir um viðurskiftini.

- Vit fingu eitt gevandi tos við menninar, og fingu greitt teimum frá, at ein og hvør ikki kann fara upp í røkurnar eftir eggum, men at slíkt krevur loyvi frá festaranum ella eigaranum av berginum, greiðir vakthavandi á politistøðini frá.

Málið endaði við, at skipað varð so fyri, at menninir og festarin tosaðu saman, og samdust um, hvussu málið skuldi loysast. Menninir høvdu fingið um 30 havhestaegg. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder