2021-08-27 18:01

Fipur til heimið” er ein verkætlan hjá NET, sum skal nútímansgera netsambandi kring Føroyar, og nú eigur Eiðis kommuna tørn.
Eiðis kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at eftir ætlan skulu NET byrja við at leggja fipurkaðal við Ljósá. Kaðalveitirnar vera áleið 25 cm djúpar og breiddin verður 5 cm, og arbeiði er mett at vera liðugt áðrenn árið er av.
Sambært heimasíðuni hjá NET, verður talan um sera stóran vøkstur í ferðini á netsambandinum. Við tað at fipurnet verður lagt, kunnu telefeløgini veita ferðir heilt upp í 1000 mb.
Mynd: eidi.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald