Mentan

Ein fantastiskur dagur í Svínoy

Eini 700 fólk vóru við til løtuna, tá ið minnisvarðin varð avdúkaður í leygardagin.

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-06-17 07:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hátíðarhald varð leygardagin, tá nýggjur minnisvarði varð avdúkaður í Svínoy. Klaksvíkar kommuna skrivar, at tað mundu vera eini 700 fólk, sum yvir nakrar dagar høvdu leitað sær til Svínoyar at vera við til løtuna, tá ið minnisvarðin, Dropi í lívsins havi, sum Edward Fuglø hevur gjørt, varð avdúkaður.

Byrjað varð við guðstænastu í kirkjuni, sum var væl meir enn fullsett og nógv fólk stóðu uttanfyri og líddu á hátalarar, sum vórðu settir upp til endamálið. Tað vóru sóknarpresturin, Jóannes Purkhús og bispur, sum prædikaðu - og løtan bleiv eisini hátíðarlig við kórsangi frá 17 Sangarum og “Teimum av Váli”.

Við minnisvarðan var drúgv men áhugaverd skrá, har 17 Sangarar løgdu fyri, áðrenn Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu. Síðani varð “So tak tá mínar hendur” sungin sum felagssálmur og eftir tað, greiddi Poul Sivar Olsen frá tilgongdini at reisa minnisvarðan. Edward Fuglø greiddi frá hugskotinum handan minnisvarðan. 

“Tey á Váli” sungu, Heri Joensen, prestur flutti fram røðu, 17 Sangarar sungu, og eftir tað varð minnisvarðin avdúkaður av Bjarna Jacobsen, meðan minnispláta varð avdúkað av Petur Danielsen. At enda lýsti Heri Joensen, prestur, signing og “Tú alfagra land mítt” varð sungin sum felagssangur.

Heri Joensen, prestur hevði eina hugtakandi søgu um eina kumpass, ið hann vísti fram, sum tvær ferðir hevði verið við tá ið bátar vóru farnir, men báðu ferð rikin upp á land og fingin aftur. Henda kumpassin er nú í varðveitslu í heimi hansara - í sama skjóldri. Oldurabbi hansara fórst í 1861, tá ið henda kumpassin var við og aftur var við, tá ið báturin fórst við Havsvøll í 1937.

Hápoleraði stáldropin, hevur á tí einu síðuni skap, sum ein samanlagdur vongur. Á minnisplátuni stóðu 52 nøvn, sum flest eru farin á sjónum – eittans konufólk.

Nøvnini, sum standa á minninplátuni eru heilt aftur frá 1739 og fram til 1984 – í hesum tíðarskeiði eru 51 menn og ein kvinna farin. Kona Árant úti á Bø doyði í skalvalopinum í Gerðum 1745.

Dagurin byrjaði annars við morgundrekka og smyrjibreyð í Gamlagarði og eftir at minnisvarðin varð avdúkaður, varð boðið til suppu í Gamlagarði, sum nógv fólk eisini vitjaðu.

Ritan sigldi at kalla allan dagin, og hevur alt gingið fyrimyndarliga væl í allar fagrasta og líggjum veðri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder