Innanlands

Ein fjórðingur av fólkatalinum havt koronu í ár

Eingin er innlagdur av koronu. 526 nýggir koronu tilburðir vórðu staðfestir í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-31 17:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

526 nýggir tilburðir og 525 staðfest frísk aftur.

Tað eru nýggjastu tølini um koronufarsóttina, sum er við at nærkast endanum. Á midnátt verða nærum øll tilmæli tikin aftur, og 28. februar eru eingi tilmæli eftir í sambandi við koronu.

Talið á positivum í løtuni er 4759, næstan níggju prosent av fólkatalinum. Hetta er ein persónur fleiri enn í gjár, men annars hevur hetta talið verið minkandi seinastu dagarnar.

Síðani 1. januar eru 13537 koronutilburðir staðfestir í Føroyum. Tað merkir, at fleiri enn 25 prosent av fólkatalinum hevur fngið staðfest koronu í ár.

Í løtuni eru fýra fólk innløgd í Sjúkrahúsverkinum við koronu, men eru innløgd av aðrari orsøk. Eingin er innlagdur av koronu.

2092 PCR-kanningar vórðu gjørdar í gjár. Talið á koronukanningum fer helst at minka nógv næstu dagarnar, tí frá í morgin skulu bert fólk bert lata seg kanna um tey hava sjúkueyðkenni, eru tøtt kontakt hjá smittaðum, ella hava fingið positivt úrslit í skundkanning.

Eisini verður givist at kanna við landamørkini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder