Í morgun klokkan 10 hevði Sjálvstýri tíðindafund á Gamla Apoteki um valskránna til fólkatingsvalið. Og valskráin hjá Sjálvstýri má sigast at vera tann greiðasta av øllum: Um flokkurin verður valdur, fer stólurin hjá føroyingum á fólkatingi at standa tómur.
Sjálvstýri stillar bara upp við teirri dagsskrá, at føroyingar skulu avtaka fólkatingssessin. Flokkurin fer ikki at taka ímóti nøkrum stuðli frá fólkatinginum, ongari fólkatingsløn ella skrivstovustuðli til fólkatingsumboð. Flokkurin sigur beinleiðis í síni valskrá, at hann vil gera fólkatingsvalið til eina fólkaatkvøðu um at avtaka sessin.
Jógvan Skorheim segði, at hann ikki helt at føroyingar skuldu blanda seg í donsk viðurskifti, eins og danir ikki skuldu blanda seg í føroysk viðurskifti. Hann segði eisini, at hóast viðurskiftir um Føroyar verða avgjørd á Fólkatingi, koma tey fyri løgtingið at taka støðu til sum ríkislógartilmæli.
Ongin fer at sita í fólkatingssessinum, um Sjálvstýri vinnur hann. (Mynd: Sverri Egholm)
Verjuviðurskifti og uttanríkispolitikkur verður eisini avgjørdur á fólkatingi, og hóast hesi viðurskifti ikki beinleiðis eru føroysk, kunnu tey hava ávirkan á føroysk viðurskifti. Men Jógvan Skorheim helt ikki, at fólkatingsumboðini, sum Føroyar hava havt, hava brúkt sína ávirkan til tílík viðurskifti.
Hann vísti eisini á, at føroysk fólkatingsumboð kunnu føra politik, ið gongur beinleiðis ímóti viljanum hjá føroysku stjórnini.
Valevnislistin ikki klárur
Tað er vanligt, tá flokkarnir kalla inn til tíðindafund um valskrá til fólkatingi, at teir avdúka, hvør stillar upp fyri flokkin. Men formaðurin í flokkinum boðaði frá, at tað enn ikki var greitt, hvør stillaði upp fyri flokkin. Tað skuldi avgerast á landsnevndarfundi í kvøld. Jógvan Skorheim váttaði tó, at hann sjálvur stillaði upp.
Á seinasta vali stillaði Zakaris Wang upp á uttanflokkalista. Hann er síðani farin í Sjálvstýri. (Mynd: Sverri Egholm)
Flokkurin kundi heldur ikki siga frá, hvussu nógv valevni stillaðu upp. Um flokkurin fór at hava eitt valevni, tá flokkurin kortini ikki fór at sita á fólkatingi, um hann bleiv valdur ella um flokkurin fór at hava tvey valevnir - eitt til hvønn fólkatingssess hjá Føroyum - var heldur ikki greitt enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald