Agnar Nielsen var óvanliga virkin. Líka til tað síðsta. Fyri einum góðum mánaði síðani fortaldi hann í útvarpssendingini “Við Tórði á túri”, at hann framvegis róði út. Og ikki bara onkran hissini túr. Nei, hann greiddi frá, at hann hevði avreitt fyri 272.000 kr. í fjør! Tað er ikki øllum beskorið, tá farið er um tey níti.
Trúfastur sum fáur
Júst hetta er eyðkennið um henda megnarmann, sum eg havi kent og arbeitt saman við í Sambandsflokkinum í eina hálva øld. Agnar Nielsen, sum var ættaður úr Vestmanna, hevði sæti á Løgtingi í 20 ár, frá 1970 til 1990. Í tveimum umførum var hann eisini løgtingsformaður, fyrru ferðina frá 1978-79 og aftur tíggju ár seinni, frá 1989-90. Mær untist at sita á Løgtingi saman við honum frá 1988-90.
Politisku áhugamálini hjá Agnari Nielsen fevndu breitt, og vit hittust javnan á politiskum fundum hjá Sambandsflokkinum. Tað, sum eyðkendi Agnar Nielsen í hansara politiska virki, var, at hann var ordiligur og reiðiligur í øllum hann fekst við, og ongantíð var ivi um hansara trúfesti.
Nú tíðindini frættust um, at Agnar er farin, rann mær til hugs orðini hjá Rasmusi Effersøe, “Trúfastur altíð var maður, vildi ei bróta sítt orð”. Soleiðis minnist eg Agnar.
Útróðrarmaður til tað síðsta
Agnar Nielsen var útbúgvin skipstimburmaður, og ongantíð var hann langt frá sjónum. Áhugan fyri bátasmíði hevði Agnar ikki frá fremmandum. Abbi hansara var eisini bátasmiður, og hetta merkti lívsleiðina hjá Agnari.
Agnar var bedingsmeistari í Vestmanna, stjóri á Vestmanna skipasmiðju og seinni eisini kavari. Hann róði eisini nógv út og royndi millum annað eftir hemara samstundis. Í áðurnevndu útvarpssending greiddi Agnar frá, at hann fekk millum 18 og 23 hemarar um árið.
Einu ferðina eg hitti Agnar, gekk hann við bláum eyga. Eg spurdi sjálvandi, hvat var áfatt. Jú, greiddi hann mær frá, hann var komin í rasshaft við ein hemara. Ein dagin hann hevði verið til útróðrar, og sum so ofta dró hemaralínuna inn, tók ein hemari undir borðið.
“Eg stóð uppi í línuni, so har var bara eitt at gera, tað var at halda fast og vinna á hemaranum.”, fortaldi Agnar.
Í allara orrustuni og bardaganum við hemaran, langaði Agnar andlitið í stokkin á bátinum.
“Tað var antin eg ella hemarin”, lat í Agnari. “Eg vann, men hann gav mær blátt eyga!”
Veiðihugurin hevur altíð verið stórur hjá Agnari. Seinastu árini hevur hann róð út eins og beiggi hansara, Sigurd, sum er nøkur ár eldri enn Agnar. Lívsjáttandi at hoyra brøðurnar greiða frá teirra virkna lívi í útvarpinum síðst í mars mánaði í ár, hóast báðir eru farnir uppum tey níti.
Nú ein góðan mánað seinni legði Agnar tó árarnar inn aftaná eitt langt og hendingaríkt lív.
Familjan og trúgvin
Tá ein maður er komin so mikið til árs sum Agnar Nielsen, skerst ikki burtur, at lívið bæði hevur givið og tikið.
Agnar Nielsen var familjumaður. Hann giftist við Lilly, sum var úr Vági, og saman fingu tey níggju børn. Eydnurika hjúnaband teirra fekk tó ein bráðan enda, tá Lilly var yvirkoyrd og doyði bert 69 ára gomul.
Ongin ivi er um, at sterka trúgvin hjá Agnari hevur hjálpt honum gjøgnum hesa truplu tíð. Agnar byrjaði sum deknur longu tá hann var fyrst í 20-unum og sat í Føroya kirkjustjórn í 25 ár. Í grein á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni sigur hann, at deknastarvið hevur verið honum ein tryggur tunnuflaki at staðið á í lívinum. Trúgvin kom honum til hjálpar, tá Lilly so knappliga var tikin frá honum og hann gjørdist einkjumaður. Í greinini greiðir Agnar soleiðis frá:
“Tað var ringt, vit vóru so avhengig av hvørjum øðrum, vit vóru altíð saman. Hetta var so knappligt og tungt. Mítt andaliga lív hevur altíð verið gerandisligt, og tað var mær ein góð hjálp í hesi sváru tíð.”
Agnar var tó heppin at finna kærleikan aftur. Fýra ár eftir, at Lilly so brádliga var tikin frá honum, giftist hann við einkjuni Klaru úr Porkeri. Teimum untust bert tvey ár saman sum hjún, tá Klara doyði av sjúku, og Agnar gjørdist einkjumaður á øðrum sinni.
Nú er Agnar sjálvur farin og eftir sita børn, abbabørn, langabbabørn og oldurabbabørn. Mínir tankar eru hjá tykkum øllum.
Sjálvur gleðist eg um at hava kent henda megnarmann, sum hevur sett mangan varða eftir sær – í politikki, í vinnulívi, í kirkjuni og sjálvandi hjá teimum, sum sita eftir.
Hvíl í friði, góði vinur og partamaður!
Edmund Joensen, fólkatingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald