2018-07-05 10:55
Løgreglan gjørdi ferðamátingar í Norðskálatunlinum í nátt millum klokkan 01.30 og 03.00, og hon fekk nokk at gera. Fýra bilførarar vórðu steðgaðir fyri brot á ferðslulógina.
Størsta brotið framdi ein bilførari, sum koyrdi 141 km/t. Hetta merkti, at hann fekk treytaleysa frádøming og misti koyrikortið á staðnum. Hesin bilførarin varð tí noyddur at lata bilin standa og finna annan hátt á koma heim, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Tríggir aðrir bilførarar vórðu eisini tiknir. Tveir teirra koyrdu 109 km/t, meðan tann triði koyrdi 105 km/t. Hesir fingu allir klipp í koyrikortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald