2018-11-14 13:06
Løgreglan gjørdi ferðslukanningar á Suðuroynni í morgun. Tað var um klokkan 8 í morgun at løgreglan var úti og steðgaði bilum fyri at vita um alt var so tað átti.
Tað vísti seg so at ein bilførari ikki hevði nakað koyrikort, tí at hesin var frádømdur koyrikortið av Føroya Rætti. Hesin verður tí skuldsettur fyri at hava koyrt ólógliga, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald