Innanlands

Ein nýggjur jólagestur frá Okkara

Nýggja ølin eitur “Okkara No.5 – Jóla IPA”

2018-11-02 06:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú tað stundar til jóla, er bryggjaríið Okkara aftur komin við forvitnisligari serøl. Nýggja ølin eitur “Okkara No.5 – Jóla IPA”. Hetta er serútgáva, ið bara verður bryggjað eina ferð og í avmarkaðari nøgd.

- Afturat árligu "Okkara Jól", hava vit valt at gera eina serjólaøl. Sammett við hinar serølirnar ber "No. 5 - jóla IPA" brá av einum hugnaligum jóladámi, ið hóskar væl til góða jólamatin, sigur Petur Petersen, sølustjóri hjá Okkara.
Henda IPA (Indian Pale Ale) er ein løtt jólaøl við styrkini 5,8%. Ølin er frísk sum ein pilsnari, men er gjørd við stjørnuanis, deymkorru og appelsinskali, ið gevur leskiliga, jólaliga smakkin.
- Nú trendurin er nógvur við IPA og Pale Ale vilja vit eisini royna okkum við eini IPA jólaøl. Vit hava, sum áður nevnt, eina árliga red ale jólaøl, og vilja vit í ár bjóða einum nýggjum gesti til jólaborðið, sum er Okkara "No.5 - Jóla IPA".
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder