Innanlands

Ein sonn innrás í Havnini

Havnarborgarar øtast um mongu lærlittu loðmýggini

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-06-28 11:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinastu dagarnar hevur Tórshavnar kommuna fingið nógvar fráboðanir um, at fólk í Havn eru plágað av svørtum flugum við reyðum beinum, sum tykjast heldur seinar.

Talan er um flogkykt av slagnum Lærlitt loðmýggj (latín: Bibio pomonae), ið eru um 10-13 mm til støddar.

Ilt er at siga, nær loðmýggið er komið til Føroya, og hava tey verið vanlig í Suðuroynni í nøkur ár, skrivar kommunan.

Jens Kjeld úr Nólsoy skrivar á heimasíðu síni jenskjeld.info, at lærlittu loðmýggini eru um allan miðbýiní Havn. Jens skrivar, at hann fyri áleið tveimum vikum síðani fekk fleiri myndir sendandi av loðmýggini.

Fyri nøkrum árum síðani vóru so nógvar av hesum lærlittu loðmýggjunum á Tvøroyri, at tað var sum at síggja eitt svart surrandi larmandi skýggj hanga uppiyvir bønum, skrivar Jens Kjeld.

Lærlitta loðmýggin er sætt norðanfjørðs seinastu umleið tvey árini, og í ár í sera stórum tali í Havnini.

Lærlitt loðmýggj eru ikki vandamikil á nakran hátt, men verða borgarar órógvaðir av hesum, mælir kommunan teimum til at seta seg í samband við skaðadjóratænastu. Kyktið kann verða rættiliga órógvandi, tá tað flagsar um høvdið á einum ella setur seg, tí at tað er so stórt.

Jens Kjeld skrivar, at grágæs halda lærlittu loðmýggini verða sera leskilig, og á Tvøroyri sóu tey, at grágæsnar hoppaðu upp í leysa luft fyri at fanga tey.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder