2021-08-31 10:43

Í gjár varð ein nýggjur smittutilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Talan er um ein persón, sum varð staðfestur smittaður við komu til Føroya, skrivar corona.fo.
Talið á smittaðum í løtuni er tó framvegis seks, tí ein persónur er eisini staðfestur frískur í gjár. Nú eru 28 persónar í sóttarhaldi.
1.364 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald