Uttanlands

Ein svii handtikin fyri spreingingina á Eysturbrúgv

Ein annar svii er undir illgruna fyri at hava framt spreingingina í bygninginum hjá Skattestyrelsen, og leitað verður eftir honum í løtuni

Skattestyrelsen

Skattestyrelsen

2019-08-14 09:15 Author image
Agnar Prestá

Tað var seinasta týskvøld, at ein ógvuslig spreinging var í Keypmannahavn. Hon var í bygninginum hjá Skattestyrelsen. Eingin kom álvarsliga til skaða í hendingini, men  løgrglan váttaði skjótt, at talan var um eitt tilætlað álop.

Les eisini: Tilætlað álop á donsku skattamyndugleikarnar

Síðani hevur kanningararbeiði verið í gongd, og nú er ein persónur handtikin. Talan er um ein 22-ára gamlan svia. Hetta váttaði Jørgen Bergen Skov, ovasti fyri løgregluna í Keypmannahavn, á einum tíðindafundi í morgun.

Tann handtikni er nú á veg til Danmarkar, har hann skal undir grundlógaravhoyring. Tað verður nú roynt at funnið hin sum er undir illgruna. Talan er um ein 23-ára gamlan mann úr Svøríki. Hann er altjóða eftirlýstir.

Les eisini: 
Spreinging við politistøð á Nørrebro

Sambært Jørgen Bergen Skov er ikki greitt, hvat liggur aftanfyri spreingingina; hví menninir valdu at gera hetta, men hann váttaði, at hendan spreingingin einki hevur at gera við hana á Nørrebro leygarnáttina.  

placeholder
placeholder