Innanlands

Ein tikin fyri ov nógva ferð á Tvøroyri

Bilførarin slapp akkurát undan klippi

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-10-31 08:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan gjørdi ferðamátingar á Suðuroynni seinnapartin í gjár, og har var ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt.

Á Tvøroyri varð ein bilur máldur at koyra 50 km/t í øki, har bert er loyvt at koyra 30 km/t.

Ferðslulógin sigur, at ein bilførari fær klipp í koyrikortið, um ein brýtur ferðmarkið fyri lætt akfar við 21 km/t ella meira. Tí var um reppið, at hesin bilførarin fekk klipp í koyrikortið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder