2019-05-27 07:31
Løgreglan stóð í gjárkvøldið á Vestmannavegnum og kannaði bilaferðsluna úr Vestmanna, har bátastevna hevur verið um vikuskiftið.
Og tað vísti seg, at ein av bilførarunum hevði sett seg handan róðrið, hóast viðkomandi hevði drukkið.
Bilførarin varð varð handtikin fyri at taka blóðroynd, og tá úrslitið av blóðroyndini er greitt, verður støða tikin til, hvat víðari skal henda við málinum.
Í nátt gjørdi ferðsluløgreglan ferðamátingar við lasara í Norðskálatunnlinum. Eitt mál var skrásett – tað var ein bilur, sum koyrdi 105 kilometrar um tíman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald