Ein kanningarbólkur, sum myndugleikarnir í Malaisia hava sett at kanna hví MH370 hvarv av radaranum niður 8. mars 2014, megnaði ikki at finna fleiri svar. Kanningarbólkur hevur savna tilfar frá seinastu árunum í eini roynd at finna útav hvat hendi hendan dagin.
Flogfarið var á veg frá høvuðsstaðnum í Malaisia, Kuala Lumpur, til Beijing í Kina tá tað hvarv. Síðani hava sera fá ítøkiligir upplýsingar verið um hvat hendi. Nýggja frágreiðingin gevur lítið av vitan um hví tey 239 ferðafólkini hvurvu. Heldur verður víst á mistøk og um protokollir og mannagongdir, sum ikki vórðu fylgdar, skrivar DR.
Kanningarbólkurin vil heldur ikki avvísa, at ein "triði partur" hevur havt ávirkan á at flogfarið hvarv. Heldur ikki verður avvíst, at flogskipari eigur ábyrgdina, men hetta kann ikki prógvast í tí lítla kanningarbólkurin hevur funnið. Fyrr hevur verið sagt, at flogskiparin fekk flogfarið at detta niður við vilja, men kanningarbólkurin metir ikki at hetta er sannlíkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald