Innanlands

Ein varð tikin fyri rúsdrekkakoyring

Løgreglan hevði annars nakrar smærri uppgávur í nátt, men einki álvarsamt

2018-12-08 09:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vakthavandi á politistøðini upplýsir, at tað hevur verður tørvur á løgregluni nakrar ferðir í nátt. 

Um hálvgum fýra-tíðina var ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður í høvuðsstaðnum. Hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið fyri at kanna blóðið, áðrenn hann varð koyrdur til hús. Tað skal greiða fáast á, hvat skal gerat við málið, alt eftir hvat blóðroyndin sigur. Fyribils hevur løgreglan lyklarnar til bilin. 

Á politistøðuni verður annars sagt, tað var gott skil á og eingin verulig mál. Als einki var at gera í gjárkvøldið og tíðliga um náttina; seinni var mest talan um at hjálpa fullum fólkum heim. Á einum skeinkistaði í Havn var eitt rok í umbúna, men løgreglan kom á staði og fekk skil á. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder