Innanlands

Eingin avgerð verður tikin fyrrenn í august mánað

Málið um tíðindaleiðarastarvið í KVF situr fast í Mentamálaráðnum

2018-07-02 11:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eftir ætlan skuldi avgerð takast í málinum um tíðindaleiðarastarvið í KVF fríggjadagin. Avgerð skuldi takast um kæruna hjá Liljan Weihe, men nú verður eingin avgerð tikin fyrrenn í august.

Orsøkin er, at løgfrøðingurin, sum sat við málinum er fluttur í annað starv, og tí skal nýggjur løgfrøðingur setast inn í málið. Hesin løgfrøðingur byrjar ikki í starvinum fyrrenn eftir summarfrítíðina.

Kári Sólstein, virkandi kringvarpsstjóri, sigur við Norðlýsið, at hann fer ikki at søkja eftir nýggjum tíðindaleiðara, fyrrenn løgfrøðiliga metingin í Mentamálaráðnum fyriliggur. Hetta hóast at Mentamálaráðið hevur gjørt greitt, at kringvarpsstjórin hevur rætt at søkja eftir nýggjum tíðindaleiðara, hóast kæran hjá Liljan Weihe ikki enn er liðugt viðgjørd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder