Tað var í fjør, at Hjalmar Zachariassen boðaði frá, at hann ætlaði at stovna nýggjan flokk við navninum Føroyaflokkurin, men nú verður hetta fyribils av ongum.
- Av tí at tað tekur ov nógva orku at skipa ein flokk einsamallur, so skal eg hervið boða frá, at Føroyaflokkurin fer í dvala, sigur Hjalmar Zachariassen.
- Tað er møguligt, at verkætlanin verður tikin fram aftur til eitt komandi val, um tað hepnast mær at byggja upp eitt størri netverk og fáa fleiri fólk uppí at organisera og annað, sigur stigtakarin, sum tó framvegis heldur, at tað er neyðugt við einum tílíkum flokki.
- Eg haldi framvegis at tað er tørvur á einum veruligum liberalum flokki í Føroyum, tí at allir aðrir flokkar arbeiða fyri sentralari planlegging. Vald og pengar skulu savnast á einum staði, so at nøkur útvald kunnu útføra sínar persónligu verkætlanir, sigur Hjalmar Zachariassen.
- Tey kunnu kalla tað rættvísi, men at floyma hagar og fjøll við ferðafólki og lata vinningin liggja í miðstaðnum er ikki rættvísi. Tað er anti-Føroyar. Tey kunnu kalla tað rættvísi, men støvsuga alivinnuna fyri vinning og lata lortin liggja eftir í firðunum kring landið er ikki rættvísi, tað er anti-Føroyar.
- Ein kann bert vóna at komandi samgonga fer at koppa maktina yvir aftur til fólki. Millum annað við at geva fólkinum frælsi at sjálvi velja, hvørjar miðlar tey vilja rinda fyri, sigur Hjalmar Zachariassen, stigtakari.
Ein annar flokkur er í holt við at savna neyðugu undirskriftirnar at stilla upp. Hann hevur fingið navnið "Framtakið fyri rættinum at velja kannabis". 800 góðkendar undirskriftir skulu til.
Løgtingsval skal vera í seinasta lagi 1. september 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald