2021-01-28 12:53

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tað eru sostatt framhaldandi átta persónar smittaðir í løtuni.
506 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Í alt eru nú 220.166 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 645 persónar staðfestir frískir aftur.
Ein persónur er innlagdur orsaka av korona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald