Eingin tilmelding ella dagsgjald í komandi viku á Strondum

Goldið verður sum vanligt fyri barnaansing á Lítlafløtti. Tilráðingar frá myndugleikunum verða framhaldani galdandi á stovninum

(Mynd: Sjóvar kommuna)

(Mynd: Sjóvar kommuna)

2020-05-14 18:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagstovarnir kring landið fara nú at koyra við meira ella minni fullari ferð.

Síðani latið varð upp aftur stutt áðrenn páskir hevur verið neyðugt við tilmelding á nógvum stovnum - at skriva børnni upp til ansing fyri komandi vikuna, so at tørvurin verður greiður - men frá mánadegnum 18. mai verður hetta ikki neyðugt.

Soleiðis verður eisini á Lítlafløtti á Strondum. Har hevur dagsgjald verið nýtt seinastu vikurnar, eins og í til dømis í Klaksvíkar og Nes kommunu. Tað vil siga, at tey sum meldaðu til skuldu rinda eitt dagsgjald fyri sítt barn, meðan tey ikki høvdu sítt barn á stovni einki rindaðu. Dagsgjaldið, sum varð ásett til tilmeldingina, verður nú eisini tikið av, og goldið verður sum vanligt fyri barnaansing á Lítlafløtti, skrivar Sjóvar kommuna. 

- Vit fara tó framhaldandi at halda okkum til tilráðingarnar frá mynduleikunum um, at foreldur ikki skulu koma inn á stovnin, men koma við og eftir barninum við hurðina til stovuna, sum barnið hoyrir til. Skipanin á stovunum verður, framhaldani eisini so, at hesar hava so lítið samband við aðrar stovur sum gjørligt og at starvsfólk í minst møguligan mun skifta millum stovur.

Hevur barnið sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skal tað ikki koma á stovnin, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder