Undankappingarnir í flestu londunum hava verið.
Í Danmark var tað í einari næstan tómari Royal Arena, at Ben og Tan 7. mars sungu seg til sigurs við fangandi sanginum "Yes".
Tanne Amanda Balcells og Benjamin Rosenbohms, kend frá X-Factor 2019 irða seg nú men skilja sera væl avgerðina, ið European Broadcasting Union (EBU) tók í gjár:
- Tað er sera keðiligt, men vit eru øll rakt av hesum, og tað hevði verið ábyrgdarleyst at hildið Eurovision undir verandi umstøðum.
Umstøðurnar, ið 22-ára gamla Tanne Amanda Balcells við sponsku ættarbondunum, tosar við Danmarks Radio um, eru sjálvandi tær viðvíkjandi coronavirusinum. Orsaka av støðuni í Evropa í hesum tíðum, er avgerð tikin um, at evropeiska Melodi Grand Prix'ið fyri fyrstu ferð í 64-ára gomlu søgu sínari fær eina avlýsing.
Hálvfinalurnar skuldu verða í hollendska býnum Rotterdam 12 og 14 mai - finala 16. mai.
Mentan
Einki Eurovision í ár
Fyri fyrstu ferð í søguni hjá evropeisku sangkappingini verður ein kapping avlýst
2020-03-19 18:21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald