2018-11-30 15:52
Fyri løtu síðani skrivaðu almennu arbeiðsgevararnir og Heilsurøktarafelagið undir 2 ára semju. Hesum boðar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frá seinnapartin.
Umframt lønarhækkan inniber semjan millum annað eftirløn svarandi til 5 prosent til tímalønt, broyting av flokkingum hjá deildarleiðarum, eitt eyka lønarstig í lønarskalanum hjá vanligum heilsurøktarum og dagføring av sáttmálaásetingini um barsil.
Harumframt hava sáttmálapartarnir avtalað at seta ein arbeiðsbólk at kanna í hvønn mun, tað er møguligt hjá heilsurøktarum at verða settir við hægri setanarbrøki og/ella fullum setanarbrøki, verður sagt í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald