Innanlands

Eisini eitt ferðsluóhapp í Kollafirði í gjár

Bilur fór á rull við Effostøðina

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-10-29 10:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt ferðsluóhapp var við Effostøðina í Kollfjarðardali í morgun, har ein bilur fór tvørtur um vegin. Umleið á sama stað var eisini eitt ferðsluóhapp í gjár.

Ein bilur kom koyrandi eftir vegnum ígjøgnum Kollfjarðardal umleið klokkan 15.30, tá bilurin fór tvørtur um vegin og útav, har hann fór á rull.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at enn veit løgreglan ikki heilt hvussu og hví óhappið hendi, men at málið enn verður kannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder