2018-10-03 08:31
Nú er tíðin tá dagarnir gerast myrkari, og tað kann verða hált á vegnum. Í hesum sambandi er vanligt, at løgreglan ger kanningar við skúlarnar, tá fólk seta børnini av í skúlanum og fara eftir teimum aftur.
Løgreglan gjørdi í gjár tílíka kanningar við nøkrum av skúlunum.
- Fólk eru røsk at binda børnini. Í kanningunum var bert eitt barn, sum ikki var íbundið trygdarbelti, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Bilførarin fekk bót fyri ikki at hava barnið íbundið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald