Heitt kjak er á løgtingi í dag í spurninginum um at loyva útlendingum, sum fáa danskan ríkisborgaraskap, at varðveita sín upprunaliga ríkisborgaraskap eisini, so hesi hava dupultan ríkisborgaraskap.
Tað er ein spurningur um at seta dagførdu donsku lóggávuna um ríkisborgaraskap í gildi í Føroyum við kongaligari fyriskipan.
Men málið fær ógvusliga mótstøðu í Løgtinginum. Ikki so nógv tí tingfólk eru ímóti at geva borgarum slík rættindi. Men tí at eitt nýtt orð verður innført í føroyska málið við hesum ríkislógartilmælinum.
”Innføra eina lygn”
Talan er um orðið ’sammóðir’, ið er føroyska orðið fyri danska ’medmor/medmoder’.
Hetta orðið er fallið Miðflokkinum fyri bróstið og flestøllum teimum limum í Fólkaflokkinum, sum higartil hava havt orðið.
Miðflokkurin kundi ikki funnið uppá at atkvøtt fyri slíkum, segði Jenis av Rana úr Miðflokkinum, og Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum segði millum annað, at samgongan við hesum uppskoti vil ’innføra eina lygn inn í føroyska lóggávu’, tí ein sammóðir ongantíð kann koma ístaðin fyri ein pápa.
Sostatt er kjakið um dupulta ríkisborgaraskapin vorðið eitt framhald av heita kjakinum um samkynt hjúnalag.
Um børn hjá samkyndum
Orsøkin til at orðið ’sammóðir’ hevur fingið so stóran leiklut í kjakinum, og eisini í viðmerkingunum til ríkislógartilmælið, er at ynski er at tryggja at danskur ríkisborgaraskapur hjá ávísum børnum eisini skal vera galdandi í Føroyum.
Vit tosa her um tvær kvinnur, sum fáa børn við ísáðing – ’assisteret reproduktion’, sum tað nú eitur í donskum lógarteksti. Tá er kvinna, ið ber barnið, mamma, meðan hin kvinnan fær heitið ’medmor’, sum er týtt til sammóðir á føroyskum.
Barnið fær danskan ríkisborgaraskap, tí tað sammóðirin í hesum føri er danskur ríkisborgari.
Heitið ’sammóðir’ er ikki galdandi í Føroyum, og tí fær barnið hjá einum líknandi samkyndum hjúnum ikki danskan ríkisborgarsskap í hesum føri. Men ríkislógaruppskotið tryggjar, at eitt slíkt barn varðveitir sín ríkisborgaraskap, um tað flytir til Føroya.
Fyrsta viðgerðin av hesum máli verður tikin upp aftur, tá løgtingið byrjar aftur eftir døgurðastøðg klokkan hálvgun tvey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald