Uttanlands

Eitt risafet fyri hetlendsku rúmdarstøðini

Ætlanin at byggja rakettútsendingarstøð á einari av nærmastu grannaoyggj okkara gerst nú veruleiki

(Mynd: shetlandspacecentre.com)

(Mynd: shetlandspacecentre.com)

2020-10-22 10:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Risastóri framleiðarin av flog- og rúmdarførum, Lockheed Martin, hevur nú tikið avgerð um at flyta sítt rúmdarvirksemi í Bretlandi úr Sutherland norðast í Skotlandi til Hetlands og uttastu oynna í landnyðring, Unst.

Hetta boðar bretska rúmdarumsitingin, UK Space Agency, frá í dag. Tíðindini vera væl móttikin hjá Shetland Space Center, sum seinastu tíðina hevur arbeitt fyri at fáa eina rakettútskjótingarstøð á Lamba nesinum norðast á Unst.

Ætlanin um at senda rúmdarrakettir av Lamba Ness longu frá 2024 kann fáa ómetaligan týdning fyri Unst og Hetland yvirhøvur. Roknað verður við, at ætlanin kann skapa yvir 600 nýggj arbeiðspláss í Skotlandi, harav 140 lokalt á Unst og yvir 200 í Hetlandi annars. Harafturat koma eini 150 arbeiðspláss í atknýttum vinnum, skrivar Shetland Space Center í dag.

- Vit fegnast stórliga og bjóða Lockheed Martin hjartaliga vælkomin til Unst at vera við til menningina av Shetland Space Centre, sigur Frank Strang stigtakari og stjóri fyri Shetland Space Centre.

Bretland er í hesum tíðum í kapping við fleiri onnur lond, eitt nú Noreg, Svøríki og New Zealand um at gerast veitari av flutningi til skjótt vaksandi rúmdarídnaðin. Við góðu landafrøðiligu umstøðunum á Unst, roknar Shetland Space Centre nú at hava fingið ein fyrimun í hesi kapping.

Bretska ráðkvinnan við vísindamálum, Amanda Solloway, sigur í hesum sambandi:

- Vit ynskja, at Bretland skal verða besta stað í Evropa at senda út rakettir. Hetta skal draga nýskapandi fyritøkur til landið og skapa arbeiðspláss í hundraðtali.

Skotski ráðharrin fyri handli, íløgum og nýskapan, Ivan McKee, sigur:

- Hetta er ein ómetaliga spennandi tíð fyri rúmdarídnaðin kring allan heimin, og Skotland gongur á odda.

Hetta kann eisini fáa týdning fyri Føroyar, tí Føroya Tele hevur verið í samráðingum við Shetland Space Centre um eitt samstarv, eitt nú at taka niður dátur í sambandi við at rakettir verða skotnar upp við kós nærhendis Føroyum.

Les eisini:

Hetland sær út til at hava tryggjað sær rakettstøð 

Norðmenn byggja eisini rakettstøð 

Ætla at skjóta 30 rakettir árliga úr Hetlandi 

Rakettstøðin í Hetlandi nærkast veruleika 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder