Eitt sonn kapprenning er í løtuni í gongd fyri at gerast fyrsta rúmdarstøðin í Evropa, sum fer at skjóta rakettir út í rúmdina við smáum fylgisveinum at liggja í ringrás um jørðina. Luttakararnir í hesi kapping eru Noreg, Svøríki, Portugal og Skottland.
Í løtuni kunnu hesir smáu fylgisveinarnir bert skjótast upp í rakettum ætlaðar til stórar fylgisveinar, og tað merkir, at bíðitíðin er long og prísurin lutfalsliga høgur. Slíkar rakettstøðir eru einans í India, USA, Ný Sælandi og Franska Gujana, skrivar nrk.no.
Í hesi vikuni tók Noreg eitt stórt stig framá í kappingini um at verða fyrst við eini evropeiskari rakettstøð til smærri rakettir.
Tað hendi týsdagin, tá vinnunevndin hjá Stórtinginum einmælt gav sítt loyvi til ætlanina hjá Andøya Spacecenter at byggja rakettstøð, og í gjár boðaði norska vinnumálaráðfrúan, Iselin Nybø, so frá, at peningurin til ætlanina er funnin.
- Tað er ynski hjá stjórnini, at henda verkætlanin gerst veruleiki. Hetta gevur møguleika til eitt nýtt rúmdarævintýr á Andøya, sigur Nybø við NRK.
Skotið rakettir síðan 1962
Andøya liggur beint norðan fyri Lofoten. Longu í 1962 varð Andøya Rakettskytefelt bygt á oynni. Støðin hevur verið brúkt til at skjóta upp smærri rakettir til granskingarendamál og eisini ballónir. Nú er ætlanin at bjóða seg fram við rakettum til smærri vinnuligar fylgisveinar.
Verkætlanin kann fáa stóran týdning fyri Andøya, bæði hvat viðvíkur arbeiðsplássum og menning annars.
Verkætlanin verður mett til 1,3 milliardir norskar krónur, svarandi til knappar 900 milliónir danskar. Tað, sum søkt varð um frá statinum var góðar 300 milliónir.
Við hesum lyftinum eru tey nú til reiðar til at fara undir byggingina av Andøya Space Port, sigur Odd Roger Enoksen, stjóri fyri Andøya Space Center við NRK.
Gongur alt eftir ætlan, kann fyrsta rakettin skjótast út á Andøya um hálvtannað ár, á heystið 2021.
Sambært Enoksen verður ein stórur tørvur á at skjóta fylgisveinar út í rúmdina hesi komandi árini.
- Fylgisveinar er ein partur av gerandisdegi okkara. Um vit brúka fartelefonina ella netbankan, so eru vit bundin av fylgisveinum, sigur Odd Roger Enoksen við NRK.
Sum fyrr skrivað á Portalinum, eru skotar eisini komnir rættiliga langt í sínum ætlanum at byggja eina líknandi rakettstøð. Hvar hon skal vera, er, sum skilst, ikki endaliga avgjørt enn, men í Hetlandi hava tey stórar vónir um, at tað verður á Lamba Ness á Unst, har tað fyrr hevur ligið ein radarastøð hjá Royal Air Force.
Les eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald