Felagið, sum hevur ætlanir um at byggja eina rúmdarstøð á oynni Unst í Hetlandi fer í næstum at kunna meira um stóru ætlanirnar. Tað hendir á eini framsýning, sum verður sett upp fyrstu vikuna mai mánaði.
Shetland Space Center upplýsir, at tey hava sent Shetland Islands Counsil eina umtókn um ætlanina.
Herfyri setti privata íløgufelagið Leonne International tvær milliónir pund – góðar 17 milliónir krónur – í felagið, og í farnu viku bóru óváttað tíðindi um, at risastóra felagið Lockheed Martin hevur ætlanir um at flyta sítt ætlaða rúmdarvirksemi í Bretlandi úr Sutherland í Norðurskotlandi til økið hjá Shetland Space Centre longst í ein landnyðring í Hetlandi.
Stjórin í Shetland Space Centre, Frank Strang, sigur sambært Shetland News:
- Eftir eitt trý ára stríð at vinna Unst viðurkenning sum best egnaða økið at senda upp smáar rúmdarrakettir, eru vit nú til reiðar at fara út í almenningin við okkara ætlanum.
Tað er fyrr komið fram, at rúmdarætlanir á Hetlandi hevur avleitt virksemi við sær í Føroyum, tí ætlandi skal ein støð vera í Føroyum, sum tekur niður dátur frá rakettum og fylgisveinum.
Shetland Space Centre søkir um at sleppa av byggja eina uppsendingarstøð – ’vertical launch spaceport’ – við øllum tilhoyrandi neyðugum hentleikum, úti á Lamba Ness – Lambanesi – norðeystast á Unst.
Á hesum nesinum liggja leivdir av einari stórari radarastøð frá øðrum verðaldarbardaga. Í umsóknini verður eisini biðið um loyvi at gera eina rúmdarstøð í økinum, sum eitur Saxa Vord Resort, sum er ein niðurløgd fyrrverandi støð hjá Royal Air Force, sum Frank og Debbie Strang síðani hava yvirtikið og innrættað til eitt ferðafólkasentur, har møguleiki er at bæði gista og eta. Á staðnum er eisini eitt lítið ginn-brennarí.
Frank Strang fegnast um stóra stuðulin, sum hansara ætlan hevur fingið lokalt.
- Hetta er ein ógvuliga spennandi tíð fyri meg og fyri liðið aftan fyri SSC (Shetland Space Centre). Vit eru nú, saman við samstarvsfeløgum okkara, til reiðar at vísa fram eina ætlan av týdningi fyri rúmdarídnaðin í bæði Unst, Hetlandi, Skotlandi og bretlandi, sigur Frank Strang.
Á filminum herundir sæst nesið, Lamba Ness, har ætlanin er at gera rúmdarstøðina á økinum, har ein stór radarastøð var staðsett undir øðrum verðaldarbardaga:
Shetland Space Centre site at Lamba Ness from Paul Riddell on Vimeo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald