Hitin hevur kvinkað seg upp á 10 hitastig, og liggur støðugur komandi dagarnar. Tó er nakað av vindi eisini.
Í dag er frískur til strúkur í vindi av landsynningi, 9-11 m/s, einki avfall og 10 hitastig.
Í nátt og fyrrapartin í morgin er eitt sindur av avfalli, millum 0,1 og 0,4 mm. Seinni á degnum fer at regna eitt sindur meir, millum 0,2 og 0,9 mm avfall. Hitin verður 10 hitastig, við frískum og strúkum vindi av landsynningi, millum 9 og 14 m/s.
Hósnáttina og hósdagin er eitt sindur skiftandi í ættini. Um náttina er strúkur í vindi millum 13 og 14 m/s av landsynningi, men sum líður út á dagin skiftir yvir í andøvsgul av útsynningi og aftur til landsynning, um 6 m/s. Einki avfall og hitin um 9-10 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald