Innanlands

Eitt sindur lýggjari næstu dagarnar

Men hitin hevur eisini regn við sær

Savnsmynd: Bjartur Vest

Savnsmynd: Bjartur Vest

2018-12-05 13:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kavin lá í gjár og kalt hevur verið í veðrinum, men næstu dagarnar gerst eitt sindur lýggjari.

Í dag er millum 4 og 5 hitastig, turt og andøvsgul til frískur vindur av eystri millum 6 og 10 m/s.

Í nátt gerst lýggjari og hitin kemur upp á 9 hitastig á middegi og heldur sær millum 8 og 9 hitastig tað sum eftir er av morgindegnum. Tó fer at regna við millum 0,1 og 2,1 mm, mesta av tí beint fyri middag. Hann veksur eisini í vindinum við strúkur í vindi og hvassan vindi millum 11 og 17 m/s av eystri og landsynningi fram til klokkan 14, áðrenn hann minkar niður í andøvsgul og frískan vindi av útsynningi, millum 8 og 10 m/s.

Fríggjanáttina er turt, hitin um 8 hitastig og andøvsgul av útsynningi, 5 m/s. Fríggjamorgunin verður avfall um 1,4 mm. Frá middegi veksur hann í vindinum við strúkur í vindi millum 10 og 13 m/s av landnyrðingi, hitin millum 6 og 8 hitastig og millum 1 og 1,7 mm avfall.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder