Innanlands

Eitt sindur skiftandi veður komandi dagarnar

Sólin kagar og okkurt æl verður, meðan hitin sveiggjar

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-05-27 12:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðrið verður eitt lítið sindur skiftandi komandi dagarnar. Tað verður bæði yvirskýggjað og eitt sindur av sól, okkurt æli, meðan hitin sveiggjar eitt sindur.

Í dag er gul til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, millum 6 og 8 m/s. Yvirskýggjað fyrstu tímarnar av seinnapartinum, men sólin sær í kvøld. Hitin millum 4 og 5 hitastig.

Í morgin veksur hann vindin úr andøvsgul upp í strúk av útnyrðingi og útnyrðingi vestan. Eitt lítið æl verður um morgunin, um 0,1 mm, annars turt og sólin kagar inn ímillum seinnapartin. Hitin millum 4 og 6 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder