Innanlands

Eitt sjúkrahúsverk uttan koronu

Eingin er innlagdur av ella við koronu á Sjúkrahúsverkinum. 766 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. 725 fólk gjørdust frísk. Ein persónur afturat er deyður við koronu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-27 17:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er aftur eingin, sum er innlagdur við koronu í Sjúkrahúsverkinum. Hvørki av ella við. Tað vísa nýggjastu tølini frá myndugleikunum.

Nýggjastu tølini vísa eisini, at 766 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár meðan 725 fólk vórðu staðfest frísk aftur eftir at hava verið positiv. Talið á teimum, sum eru positiv í løtuni er 4730.

Aftur í gjár var ein rúgva av fólki kannað við PCR-kanningum. 3889 kanningar vórðu gjørda. Tær kanningar, sum verða gjørdar av Sjúkrahúsverkinum, kosta umleið 200 krónur fyri hvørja. Eru 3000 kanningar gjørdar á kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum, kostaði dagurin í gjár skattgjaldaranum 600.000 krónur.

Á heimasíðuni korona.fo verður upplýst, at 18 fólk eru deyð við koronu. Hetta talið var 17 í gjár.

Hava fólk fingið staðfest covid-19 seinastu 30 dagarnar innan deyða, verða tey staðfest sum deyð við koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder