Innanlands

Eitt skinn í part

Grindin í Bø í kvøld taldi 45 hvalir, og verður býtt í drápspartar

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-05-12 22:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður eitt skinn í part til tey 192 fólkini, sum vóru skrivaði upp til grindina í Bø í kvøld, upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður, í kvøld.

Grindin taldi 45 hvalir, og eftir at tað fasta var farið av, vóru 195 skinn eftir at býta til tey 192 fólkini, sum tóku lut í drápinum. Sostatt er eitt skinn í part.

Eitt skinn er 50 kilo av tvøsti og 25 kilo av spiki. 

Sum vit skrivaðu fyrr í kvøld, koma seðlarnir út klokkan 7 í morgin á bryggjuni í Sørvági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder