2018-09-27 11:42
Tað kann vera hart hjá einum eiturkoppi, tá hann endar í einum dustsúgvara, men tað er ikki vist, at hann doyr av tí. Tað skrivar Illustreret Videnskab.
Eydnast tað ikki eiturkoppinum at finna ein veg úr dustsúgvaraposanum, kann hann væl yvirliva har í fleiri vikur ella mánaðar.
Ein eiturkoppur, sum frammanundan hevur etið nógv, kann seta stoffskiftið niður og á tann hátt klára seg uttan mat í meira enn 200 dagar.
Tí verður ikki mælt til at dustsúgva eiturkoppar, um ein ætlar sær at taka teir av døgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald