Uttanlands

Ekstremistisk islamisma er vaksandi í Svøríki

Nýggj frágreiðing frá yvirgangsserfrøðingi vísir, at salafisma er vaksandi í Svøríki

Magnus Ranstorp, yvirgangsserfrøðingur á Försvarshögskolan í Svøríki (Mynd: Tor Johnsson)

Magnus Ranstorp, yvirgangsserfrøðingur á Försvarshögskolan í Svøríki (Mynd: Tor Johnsson)

2018-07-05 13:07 Author image
Oda Strøm
placeholder

Ein nýggj frágreiðing frá Försvarshögskolan í Svøríki slær fast, at salafisma er vaksandi í Svøríki. Salafisma er ein ekstremistiskur rætningur av Islam, sum m.a. gongur inn fyri sharia-lóggávu, og sum meinar, at fólkaræði er ímóti Islam sambært religion.dk. 

Frágreiðingin vísir á, at fyribrigdi so sum at senda børn í koranskúla og at kvinnur, sum ikki eru nóg væl ílatnar, verða hóttar, eru vaksandi, skrivar SVT.

- Teir harðligu salafistbólkarnir eru tíggufaldaðir seinastu tíggju árini, sigur Magnus Ranstorp við DR, yvirgangsgranskingarleiðari á svenska forsvarsakademiium, sum stendur aftanfyri kanningina.

Kanningin greinar salafistisku umhvørvini í Svøríki, og byggir á samrøður við fleiri salafistar og yvir 70 politistar, sum arbeiða við ekstremismu í Svøríki.

- Ideologiin salafisma er í sær sjálvum antidemokratisk, homofobisk, ímóti shia-muslimum og roynir at stýra kvinnum. So hon stríðir nógv ímóti okkara demokratiska samfelag, sigur Magnus Ranstorp við DR.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder