Innanlands

Elda Havið í talmerktum fløskum

Úrslitið av eldingini er eitt gylt akvavitt við søtligum sjerrismakki og eftirtónum av vanilju og kakao

2018-12-04 20:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HAVIÐ kemur nú aftur í einari eldari og avmarkaðari útgávu. Einans 1900 fløskur eru tappaðar, og hesa ferð eru tær talmerktar.

Hesum boðar Dism frá í kvøld.

Nýggja útgávan er eld í sponskum sjerritunnum í átta mánaðir. Tunnurnar eru gjørdar úr amerikanskari eik, og hava frammanundan verið brúktar til Oloroso sjerri í Andalusia.

Úrslitið av eldingini er eitt gylt akvavitt við søtligum sjerrismakki og eftirtónum av vanilju og kakao. Elda HAVIÐ er væl hóskandi sum snapsur ella at njóta omaná eina góða máltíð.

Hendan serliga útgávan av HAVINUM fæst í Rúsunum kring landið, umborð á Norrönu og í Vága Floghavn.

Dism framleiðir frammanundan eisini Eldvatn, Lívsins Vatn, Havið og Barald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder