Innanlands

Eldur í bili á Sandavágshálsi

Bilurin er so gott sum útbrendur, men eingin fólkaskaði var, sigur løgreglan

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2019-05-22 18:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum bili á Sandavágshálsi.

Sambært løgregluni er fyribilsmetingin tann, at eldurin kyknaði í motorinum.

Eldurin var sløktur fyri uml. einum korteri síðani, og bilurin er so gott sum útbrendur. Tó var eingin fólkaskaði, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder