placeholder
Uttanlands

Eldur í ferju í Eystursjónum

335 fólk eru umborð

2018-10-02 14:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eldur er í løtuni í eini ferju í Eystursjónum. Ferjan Regian Seaways var á veg úr Kiel í Týsklandi til Klaipeda í Litava, tá eldur kom í.

Sambært russiska tíðindastovuni RT kom eldur í, tá ferjan var út fyri russiska býnum Kaliningrad. Eldur kom í eftir at ein brestur var umborð á ferjuni.

Útlendskir miðlar skriva, at 335 fólk eru umborð á ferjuni. Bjargingarlið úr Russlandi og Litava eru við í bjargingararbeiðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder