2019-04-02 15:02
Boðað var frá eldsbruna í matstovuni Barbaru í Gongini í Havn seinnapartin.
Men áðrenn sløkkiliðsbilurin náddi vegin fram, varð alarmurin tó avblástur aftur.
- Tað var ein øgiligur roykur, men tíbetur ongin eldur, sigur Heini Østerø, sløkkiliðsleiðari í Havn.
Hann greiðir frá at onkur av starvsfólkunum helst hevur gloymt okkurt á konfýrinum. Hetta gav nógvan royk, og elektronisku brandalarmarnir fóru ígongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald