2018-10-08 18:21
Fyri løtu síðan kom fráboðan um eldsbruna í einum av íbúðarbygningunum hjá Landssjúkrahúsinum á alarmsentralin.
Sløkkiliðsfólk vóru skjót á staðnum og staðfest varð, at eldur var komin í eina grýtu á komfýrinum.
Eldurin er sum skilst sløktur, og fólkini, sum vóru inni í íbúðini, komu út í øllum góðum, hóast nógvur roykur var.
Enn ber ikki til at siga, hvussu stórur skaðin er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald