
Ein eldsbruni í einum náttklubba í norðurmakedonska býnum Kocani, hevur í nátt kravt 59 mannalív, boðar norðurmakedonski innlendismálaráðharrin, Pantje Tosjkovski frá.
Umframt hetta eru 155 fólk løstað og flutt á sjúkrahús kring landið. Hjá 18 fólkum er støðan hættislig, og summi eru flutt til onnur lond at fáa viðgerð, sigur hann sambært Ritzau.
Í morgun varð boðað frá, at 51 fólk høvdu latið lív, og at yvir 100 vórðu løstað.
Av teimum 59, sum hava latið lív, eru 35 eyðmerkt.
Eldurin kyknaði undir einari konsert í klubbanum, har fleiri enn túsund áskoðarar vóru til staðar. Líkt er til, at tað var okkurt slag av fýrverki, sum var upprunin.
Konsertin byrjaði á midnátt, og eldurin kyknaði umleið klokkan trý. Áskoðararnir vóru í høvuðsheitum ung fólk. Boð eru givin um at handtaka fýra fólk í sambandi við eldin.
Dagførd kl. 13.43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald