2019-03-16 13:25
Seint í gjárkvøldið kom eldur í ein bygning hjá einari verksmiðju í Viborg. Løgreglan noyddist at fáa flutt fólk av staðnum, og mælti frá at nærkast verksmiðjuni. Eisini heitti løgreglan fólk um at halda seg innandura, av tí tað roykurin kundi verða vandamikil at anda inn. Hann ávirkaði luftlagið í midtjyska býnum.
Tað var talan um ein ógvuliga stóran eld, ið sløkkiliðið hevði trupulleikar við at fá tamarhald á. Eftir nakrar tímar var hann tó sløktur í nátt.
Eingin kom til skaða i eldsbrunanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald